Heim & Skúli
Torgunn farin og Magnus komin aftur.
Fríðbjørg Hammer |
tann: 17.03.2022 |
Torgunn farin og Magnus komin aftur
Nú er farloyvið hjá Magnusi at enda komið og starvstíðin hjá Torgunn tað sama.
Vit her í Kaldbak hava verið sera glað fyri Torgunn sum lærara, vit takka henni fyri tíðina, hon hevur verið her og ynskja henni alt tað besta í tíðini sum kemur. Tað er púra sikkurt, at teir næmingar, sum fáa hana sum lærara, verða hepnir næmingar.
Samstundis, sum at tað er sorgblítt, at siga henni farvæl, eru vit glað fyri at bjóða Magnussi vælkomnan aftur.
Eisini hevði Randi síðsta skúladag her hjá okkum. Vit ynskja henni alt tað besta í Eysturskúlanum.
Vit nýttu høvið at taka nakrar myndir samn við næmingunum og lærarum ein góðveðursdag í skúlagarðinum.