Heim & Skúli
Gallaveitsla 2025
Magnus í Króki |
tann: 27.02.2025 |
Mikudagin 26. februar var árliga gallaveitslan í skúlanum. Byrja var kl. 17 og næmingarnir møttu allir fínt klæddir. Fyrst á skrá var matur og hesu fer var pitsa at fáa. Eftir matin fóru næmingarnir í holt við at skipa fyri Kalbak Got Talent kapping, men hesu fer broyttu tey navnið til GGT (Gallbak Got Talent). Seinni á kvøldinum fingu vit fínan gest, tá Danny Baldurson kom og spældi nøkur løg og skrivaði autograf. Kvøldið endaði við, at næmingarnir fingu doughnuts og vinnarin av GGT bleiv funnin. Til lukku við Man Cave!