Heim & Skúli
SSP, koncert og ítróttardagur
Magnus í Króki |
tann: 12.05.2025 |
Síðstu tíðina er nógv hent í skúlanum.
Vit hava havt vitjan av SSP ráðgeva, ið tosaði við næmingarnar í 4.-6. flokki um tað at vera á netinum. Seinni á degnum varð foreldrafundur um sama evnið hildin, har SSP politistur var við. Felags reglur var tá gjørdur fyri skerm nýtslu.
Eitt annað, ið skúlin var so heldigur at uppliva var, at vit fingu vitjan av næmingum úr musikskúlanum í Vágunum og Hornorkestrinum á Skúlatrøð. Hesi samlaðust til at geva okkum ein sera góðu konsert, har eisini barnagarðurin var bjóðaður við.
Fríggjadagin 9. mai høvdu vit so árliga ítróttardagin saman við Nólsoyar- og Velbastaðar skúla. Dagurin varð hildin í Kaldbak og tað bleiv ein sera vælhildin dagur.
Niðanfyri eru myndir frá øllum tiltøkunum.