Skúlastýrið

 

Vegleiðing um uppgávur hjá skúlastýrum í fólkaskúlum í Tórshavnar kommunu

Vegleiðingin er samtykt í mentamálanevndini 4. oktober 2017

Heimildargrundarlag
Uppgávur og ábyrgdir hjá skúlastýrum eru ásettar í fólkaskúlalógini, bókasavnslógini og tilhoyrandi kunngerðum og rundskrivum. Henda vegleiðing víkir í ivamálum fyri lógarásetingum og tulkingum hjá Mentamálaráðnum.

Allýsingar
Skúlaleiðarin: Hevur ta fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av skúlanum og ábyrgdina av virksemi skúlans mótvegis skúlamyndugleikunum á staðnum1
. Stýrir og býtir arbeiðið ímillum teirra, sum starvast í skúlanum
. Skúlaleiðarin ger uppskot til skúlastýrið um meginreglurnar fyri virksemi skúlans og uppskot um fíggjarætlan skúlans3
. Skúlaleiðarin er skrivari hjá skúlastýrinum

Mentamálaráðið: Hevur meginfyrisitingina og yvirumsjónina av fólkaskúlanum og ansar eftir, at galdandi reglur verða hildnar, og ásettar fyriskipanir verða settar í verk.
Mentamáladeildin í Tórshavnar kommunu: Umsitur skúlamál kommunustýrisins sbrt. galdandi kommunalu heimildarskipan.
Foreldrarumboð í skúlastýrum: eru vald millum teirra, sum hava foreldramyndugleikan yvir teimum børnum, sum eru skrivað inn í skúlan. Tey eru vanligir limir, tó er forkvinna/-maður í stýrinum foreldraumboð. Í samráð við skrivaran ger forkvinnan/- maðurin skrá, kallar inn til fund og er tann, ið umboðar skúlastýrið.
Starvsfólkaumboð í skúlastýrum: er vanligur limur og verður valt av starvsfólkum
Kommunustýrisumboð í skúlastýrum: Eru at rokna sum vanligir limir í skúlastýrum og tí ikki hava serligan leiklut yvirfyri umsitingini í kommununi, men tað stendur kommunustýrislimum frítt at taka mál upp politiskt sambært galdandi reglum.
Uppgávur hjá skúlastýrunum og neyvari lýsing av teimum

1. Geva ummæli til:
a). møguligt royndarvirksemi5
b). námsfrøðiligt menningararbeiði
c). skúlafyrisitingarreglugerðina6
d). árligu fíggjarætlanina7
e). øll mál viðvíkjandi skúlanum, sum kommunustýrið tekur avgerð um8
f). tey mál, sum landsstýrismaðurin leggur fyri tað

1 § 55, stk. 2 í fólkaskúlalógini
2 § 55, stk. 3 í fólkaskúlalógini
3 § 55, stk. 4 í fólkaskúlalógini
4 § 50, stk. 7 í fólkaskúlalógini
5 § 25, stk. 2 í fólkaskúlalógini
6 § 48, stk. 1 í fólkaskúlalógini
7 § 52, stk. 2 í fólkaskúlalógini
8 § 53, stk. 3 í fólkaskúlalógini

g). mál viðv. avvikum í undirvísing innan kristni9
h). nýtslu av skúlans hølum til annað endamál enn skúlans undirvísing10

2. Áseta meginreglur um virksemi skúlans, herundir11:
a). undirvísingarætlan skúlans, smb. § 22, (er í praksis ásett í námsætlanunum hjá MMR)
b). arbeiðsbýtið millum lærararnar og vikuætlanina
c). samarbeiðið ímillum skúla og heim
d). fráboðan til heimini um úrtøku næminganna av undirvísingini
e). næmingafráverur
f). foreldrafundir, felags tiltøk fyri næmingarnar í skúlatíðini, setursskúla, starvspraktikk o.a.
g). atferðarreglur skúlans
h). reglur um umsjónina við næmingunum í skúlatíðini.
i). reglur fyri atferð og góðum skili og reglur um, hvussu skúlin kann fyribyrgja happing onnur viðurskifti t.d.:
j). samstarv við vinnu, stovnar, felagsskapir
k). næmingatillagað undirvísing
l). rørsla og fyribyrging
m). KT og talgildir miðlar í skúlanum
n). matarskipan o.l.
o). samstarv við frítíðarskúla
p). ferðsluviðurskifti,
q). kunningarviðurskifti
umframt reglulig eftirmeting og uppfylging av meginreglum.

3. Gera reglur viðvíkjandi:
a). fyriskipanum til at fremja gott skil í skúlanum,
b). umsjón við næmingunum í tímum, fríkorterum, matarsteðgi o. ø. og
c). trivnaðarætlan skúlans, serliga viðvíkjandi happing, og herundir taka atlit at 1) aldri og førleika
næminganna, 2) virksemi næminganna og 3) skúlaumhvørvi12

4. Viðgera v.m.:
a). uppskot um skúlabygging/-umbygging13
b). uppskot um skúlabygnað kommunuar og broytingar í honum14
c). leggja tey mál fyri kommununa til góðkenningar, ið bera fleiri útreiðslur við sær, enn ásett í
fíggjarætlanini.

5. Taka avgerð um/góðkenna:
a). øll mál viðvíkjandi skúlabókasavninum, sum ikki eru løgd undir býráðið ella aðrar myndugleikar eftir

9 § 62 í fólkaskúlalógini
10 § 63 í fólkaskúlalógini
11 § 53 í fólkaskúlalógini
12 Kunngerð nr. 68 frá 9. juni 2010 um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini
13 § 52, stk. 3 í fólkaskúlalógini
14 § 52, stk. 4 í fólkaskúlalógini
fólkaskúlalógini15

b). undirvísingarmiðlar, skúlin skal brúka, herímillum teir á skúlabókasavninum16

6. Samstarv:
a). Innganga í tvørgangandi kommunalt ráðleggingarsamstarv við onnur skúlastýrir í kommununi fyriskipað av mentamáladeildini, við tí endamáli at viðgera og menna sínámillum og við mentamáladeildina ætlanir, mál og strategi til tess at strimbra og menna skúlaskapin í kommununi17

b). Limur luttaka í setanarbólkum til setan av skúlastjórum og lærarum

7. Ger/fær í lag:
a). Ársfrágreiðing18
b). Árligan fund fyri foreldur um skúlans virksemi og ársfrágreiðingina19
c). Árligan fund fyri lærarar og samstarvsfólk skúlans um virksemi skúlans20
8. Eftirlit, umsjón og uppfylging:
a). við skúlans virksemi sum heild og viðurskiftini, sum nevnd í hesi vegleiðing21
. (undantikið starvsfólka- og næmingamál).

9. Viðkomandi slóðir:
Rundskriv um skúlastýri (fundarskipan) – http://cdn.lms.fo/media/8634/rundskriv-um-meginreglur-fyriskúlatýrið.pdf
Fólkaskúlalógin – http://www.logir.fo/Logtingslog/125-fra-20-06-1997-um-folkaskulan-sum-seinast-broyttvid-logtingslog-nr-34-fra-28
Bókasavnslógin – http://www.logir.fo/Logtingslog/79-fra-08-05-2001-um-bokasovn-sum-broytt-vidlogtingslog-nr-148-fra-20-desember
www.heimogskuli.fo
Framløga um skúlastýri: http://www.heimogskuli.fo/fileadmin/tilfar/Arbei__soeki_hja_skulastyrunum_-
_Jenny_Lydersen_framloega.pdf
Danskt tilfar um skúlastýrisarbeiði: http://www.skoleforaeldre.dk/udgivelser?f%5b0%5d=im_field_category_publication%3A101

15 Ll. nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn, við seinni broyting
16 § 53, stk. 4 í fólkaskúlalógini
17 § 53, stk. 6 í fólkaskúlalógini og § 10, stk. 1 í rundskrivi frá 30. september 2016 um meginreglur fyri skulastýri
18 § 9, stk. 1 í rundskrivi frá 30. september 2016 um meginreglur fyri skúlastýri
19 § 9, stk. 2 í rundskrivi frá 30. september 2016 um meginreglur fyri skúlastýri
20 § 9, stk. 3 í rundskrivi frá 30. september 2016 um meginreglur fyri skúlastýri
21 § 52, stk. 1 í fólkaskúlalógini