Heim & Skúli
Lýsing eftir námsfrøðingi
Magnus í Króki |
tann: 25.06.2024 |
Spennandi starv sum námsfrøðingur í forskúlanum í Kaldbaks skúla
Hetta starvið verður lýst leyst at søkja:
- 1 tíðaravmarkað starv sum námsfrøðingur skúlaárið 2024-2025 í forskúlanum á lønarbroti 0,375. Aftrat hesum eru bæði tímar sum námsfrøðiligur stuðul í skúlanum og forskúlanum. Samlaða brotið er tí uml. 0,8.
Um skúlan:
Kaldbaks skúli er ein lítil perla í stórari menning í sera vakrari náttúru. Tað er stutt frá haga og fjøru. Í skúlanum ganga 29 glaðir og læringshugaðir næmingar. Vit hava dugnalig starvsfólk og stuðlandi foreldur. Komandi skúlaár verða vit 29 næmingar frá 1. til og við 6. Flokk, umframt 6 næmingar, sum eru innskrivaðir í forskúlan. Forskúlin letur upp hvønn morgun kl. 7.30. Haraftrat samstarvar skúlin við Velbastaðar skúla og Nólsoyar skúla. Samstarvið er bæði millum lærararnar, men eisini á ávísum økjum millum næmingarnar – eitt nú við føroyskum dansi, renni- og ítróttardegi.
Søkt verður eftir námsfrøðingi, sum í samstarvi við lærara forskúlans kann skipa fyri eini læritilgongd, har eitt samspæl er millum læring og leik.
Hvør ert tú?
Tú hevur hug at arbeiða í einum lítlum, men mennandi læriumhvørvi.Tú dugir væl at samstarva og dugir at skapa trivnað. Tú hevur hug at vera við til at menna skúlan og brúka nærumhvørvið í undirvísingini. Eisini ert tú positiv/ur av lyndi.
Til starvið verður væntað: Tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur, og tað kann vera ein fyrimunur at hava royndir í skúlanum. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 9. juli 2024 kl. 12.00.
Umsóknin verður stílað til: Magnus í Króki, fyrstalærara á magnus.kroki@skulin.fo viðmerk ´starv`. Nærri kunning um starvi fæst við at ringja til Magnus á tlf. 519800