Kaldbaks skúli og sjúka
Skúladagurin
Skúladagurin er skipaður sum vanligt og allir næmingar, lærarar og námsfrøðingar fylgja dagligu tímatalvuni og arbeiðsuppgávunum.
Í forkorterum og á felagsøkjunum ferðast vit øll, men minnast til reinføri, frástøðu í tann mun tað ber til og vanligt vit og skil.
Frítíðarskúlin
Børnini eru í frítíðarskúla sum vanligt. Annars halda vit okkum til tilmælini, ið eru galdandi fyri dagstovnaøkið.
Handreinføri
Vit spritta okkum um hendurnar í durinum á veg inn og á veg út úr skúla. Harumfamt vaska vit okkum um hendurnar, tá ið tímarnir byrja og aftur, tá ið tímarnir enda.
Vasking
Skúlin verður vaskaður eftir skúlatíð. Vaskitoymið vaskar allan skúlan dagliga eftir leiðreglunum um reinføri á skúlum og stovnum.
Sjúkueyðkenni
Sjúk børn eiga ikki at koma í skúla
Hetta sama er eisini galdandi fyri starvsfólk.
Spurningnar og ivamál
Hava tit spurningar ella ivamál um hesi viðurskifti, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við flokslæraran.
Eisini eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við leiðslu skúlans.
Vinarliga
Magnus í Króki, skúlastjóri