Heim & Skúli
Skúlaleikir - venjing í bogaskjóting
Magnus í Króki |
tann: 27.02.2025 |
Mánadagin 10. februar høvdu vit vitjan av bogskjótarum, ið vístu okkum, hvussu henda ítróttargrein er. Vit lærdu at seta pílin í, halda boganum rætt, standa í røttu støðu og til síðst at sleppa pílinum, so at hann rakar væl. Næmingarnir vóru sera væl við henda dagin, og tað, at royna nakað nýtt, gav nakað heilt serligt til henda ítróttartíman.