Virðisgrundarlag
Mál og mið:
Læring
- Við støði í næminginum leggja vit dent á læring sum eina skapandi og mennandi gongd.
Trivnaður
- Í ymiskleikanum hava vit okkara styrki, har vit geva pláss til hvønn einstakan.
- Vit styrkja felagsskapin við at vera ein inkluderandi eind, bæði í fakligum og sosialum høpi.
Náttúra
- Vit vilja, at nærumhvørvið verður ein natúrligur partur av undirvísingi. Vit vilja, at skúlin brúkar haga, fjøru, sjógv og virki í tann mun hetta ber til.
Tøkni
- Tøkni skal vera ein natúrligur partur av undirvísingi
Missión:
Ábyrgd og álit
- Í Kaldbaks skúla vilja vit hava eitt umhvørvi, sum byggir á ábyrgd og álit.
- Vit taka ábyrgd av hvørjum øðrum
Visjón:
Eitt umhvørvi, sum byggir á álit, ið er ein fyritreyt fyri trivnaði.
Har vit verða eggjað til at vera ágrýtin og arbeiðssom,
og har vit gerast medvitað um, at eisini vit hava ávirkan á egna læring og trivnað.