Heim & Skúli
Skúlaleikir 2025
Magnus í Króki |
tann: 30.03.2025 |
Hósdagin 27. mars var undanstevnan í skúlaleikum, har okkara skúli var tilmeldaður. Í ár kappaðust vit í 6. floks stevnuni, tí næmingarnir ynsktu at spæla kurvabólt og at royna nýggju ítróttargreinuna bogaskjóting. Stevnan eydnaðist sera væl og kláraði Kaldbaks skúli seg væl. Tað bleiv Hoyvíkar skúli, sum fór við sigrinum, men okkara røsku børn vunnu heiðurin sum tann skúlin, ið var mest stuðlandi og mest hjálpandi. Hetta blivu vit sera glað fyri, og vit gleða okkum longu til komandi ár.