Heim & Skúli
Føstulávint í skúlanum og føroyskur dansur í Nólsoy
Magnus í Króki |
tann: 04.03.2025 |
Mánadagin 3. mars varð føstulávint hildið í skúlanum. Vit slóu tunnu, ótu lekkurt og hugnaðu okkum við spæli. Eisini vóru nógvar flottar grýlur, sum kunnu síggjast í myndunum niðanfyri.
Fríggjadagin 28. februar vóru vit í Nólsoy og dansaðu føroyskan dans saman við við Nólsoyar- og Velbastaðar skúla. Hetta var sera stuttligt, og næmingarnir fingu kvøtt eina rúgva. Myndir kunnu eisini síggjast av hesum degi.