Heim & Skúli
Dýrd á vík og vág
Fríðbjørg Hammer |
tann: 01.06.2022 |
Ein góður skúladagur í fagrasta veðri
Ein sera góður skúladagur í allarfagrasta veðri.
Vit byrjaðu skúladagin í felag við morgunsangi, snakkaðu um dagin í gjár, tá 4-6. flokkur var í Havn til skúlaleikir. Tað hevði verið ein góður dagur, men tað mugu tit lesa um undir Skúlaleikir 2022.
Í dag varð eisini avdúka, hvar vit skulu á seturskúla: Vit fara til Nólsoyar.
At hava skúla og læra nakað uttan at sita inni og skriva ella rokna ber væl til. Vit hava øll verið úti og notið tað góða veðrið.
Torgunn við 1.-2. flokki í Lítluvík og funnið vakrar steinar at mála,
3.-4. flokkur var úti í Á í Berghyli og longri uppi í ánni - har varð vassað, hugnað og spælt - eisini ótu vit matpakkarnar har, áðrenn vit fóru oman aftur í skúlan. Setningar sum "Altso hetta er deiligt", ella "Áh, her er stuttligt at vera", alt meðan tey samskipaðu og løgdu ætlanir fyri, hvar og hvussu skuldi farast longur niðan í ánna. At venja javnvág, at ikki fella í fátt, tí klæðini blivu vát, ella tí matpakkin longu var etin kl 9.00. At vera ein flokkur, at hoyra saman hevur stóran týdning. At sleppa at eygleiða okkara fittu næmingar í samspæli, har tey fella burtur í løtuni, er ein fragd fyri læraraeygað. Alt hetta er góður lærdómur og ikki minst góð minni.
Í ánni er eitt stórt og runt hol - eg varisligt git er, at hetta er op eftir viðarbul, tá lava floymdi yvir júst hetta staðið fyri nógvum milliónum av árum síðani. Í næstum fari eg við jarðfrøðingi at kanna hetta nærri - og tað er eitt sindur spennandi. Líknandi hol kunnu finnast í berginum á veg niðan á Sornfelli (millum víkipláss 14 og 15 í fall onkur av tykkum heldur hetta vera áhugavert).
Á vegnum aftur í skúlan møttu vit bæði einum abba og eini mammu, Amandu, sum kannaði fiska- og hvalspýggjustovnarnar inni við land. Spennandi verður, um vit fáa eitt samstarv í lag við Fiskaaling og Kaldbaks skúla :)
Tey elstu vóru fyrst í garðinum og brúktu leikurnar, tey høvdu fingið til skúlan í gjár til skúlaleikirnir, men fóru so eisini ein túr í fjøruna.
Áðrenn dagurin var liðugur møttust vit øll aftur í skúlanum. Næmingarnir fingu sunlolly-ísar - tað var tiltrongt í allari sólini.
Vit hava í longri tíð bíðað eftir at húsavørðurin ella onkur annar skuldi koma at mála paradísini upp aftur, nú málingin nærum var slitin burtur, men akkurát í dag var tolið uppi. Tey elstu hava málað. Nú ber aftur til at lakka paradís og melda kríggj (Hóast øll londini ikki eru heilt liðug enn).
Ein avbera góður og læruríkur dagur í dýrdarveðri