Heim & Skúli
Vit bjóða Torgunn vælkomna í Kaldbaks skúla
Fríðbjørg Hammer |
tann: 29.10.2021 |
Vælkomin í Kaldbaks skúla
Tá Magnus fór í barnsburðarfarloyvi, vóru vit so heppin at fáa Torgun í hansara stað. Torgunn byrjaði mánadagin beint eftir heystfrítíðina og hevur longu verið her í tvær vikur. Vit eru ógvuliga glað fyri hana, og vóna, at hon fer at trívast væl hesar mánaðirnar í okkara lítla og góða skúla. Vit vilja so í øllum førum gera okkara til, at hon følir seg væl.
Torgunn er 32 ára gomul, eigur trý børn og býr í Miðvági.