Heim & Skúli
Umhvørvisvika 2021
Fríðbjørg Hammer |
tann: 09.11.2021 |
Evnisvika við umhvørvinum í huga
Frá týsdegnum 2. novembur til fríggjadagin 4. novembur hava vit havt evnisviku í Kaldbaks skúla. Høvuðsevnið var umhvørvið við denti á heimasmál nr 12 Sí leinkið niðanfyri.
Vikan byrjaði við eini vitjan í Endurnýtsluni - vit vóru víst runt og sóu nógvar `gimsteinar`sum fólk høvdu koyrt burtur. Fleiri sóu fyri fyrstu ferð eitt `horn` altso til eina gamla telefon. Onkur fann eina Iphone 11 - sum riggaði, men ikki sluppu tey at taka hana við sær. At brúka tíð millum alt tað elektroniska var sera stuttligt - knappliga varð endurnýtslan til spennandi arbeiði við oyratelefonum, teldum, gomlum og nýggjum telefonum osfr. Hugflogið hevði fríar teymar.
Mikudagin vóru vit so heppin at sleppa at vitja Hugla - eitt verkstað, sum endurnýtir ting onnur hava blakað burtur, handlar og líknandi. Eisini her var tað bert hugflogið, sum setti mørk. Næmingarnir samstarvaðu um at gera kunstverk - og nógv varð serstakliga flott. Tað er bara at hyggja eftir myndunum.
Hósdagurin varð brúktur í skúlanum. Vit hugdu eftir hvat heimsmál 12 er fyri nakað, vit sóu onkran film, sum føroyskur ungdómar hava gjørt og arbeiddu í bólkum, har evnið "Hvat kunnu vit gera her á staðnum, tvs í skúlanum og/ella heima" Úrslitið av hesum bólkaarbeiði kemur á heimasíðuna í næstum.
Fríggjadagin vitjaðu vit Ocean Rainforrest - ella Taravirkið - her í Kaldbak. Elsa Berg tók ímóti okkum og vísti okkum runt á virkinum. Vit fingu m.a. at vita at okkara taraskógir upptaka eina rúgvu av CO2 - eins og teir vanligu regnskógirnir í heiminum.
Vit fingu at vita, at tá tarin verður ordiliga myrkur (sí mynd av Geyta við tarablaði), tá er hann fullur av fræi. Tey leggja so hesi serligu tarabløðini í kaldan og so heitan sjógv, so verður fræi slept úr blaðnum í milliónatali. Hesi fra, verða so koyrd á fløsku (sí mynd av fløskuni, sum Elsa stendur við - og har fløskan stendur á einum kassa) tá ein tíð er farin verður fræið koyrt í aðrar fløskur (smærri fløskur við "spola" í) Tá tarin hevur sett seg á tráðin vum er spolin, verður tráðurin spentur út í eftirgjørda taraskógin, og verður so til tara. Hetta slagi av tara verður uml 1-3 m langur.
Tá tarin verður heystaður, verður hann gjørdur til mat, bæði til fólk og djór.