Heim & Skúli
Sólarmyrking og astronautmatur
Fríðbjørg Hammer |
tann: 10.06.2021 |
Sólarmyrking og astronautmatur
Í dag frá kl. 10.12 til 12.42 var partvís sólarmyrking omanfyri skýggini í Kaldbak. Vit høvdu keypt brillur, so vit uttan nakað kundu hyggja eftir hesum fyribrigdi, men sum onkur tók til, so var tað total sólarmyrking í allan dag.
Ikki eydnaðist tað okkum at fáa eyga á sólina í dag. Vit prátaðu um at sólin er so sterk og stór, at ikki gjørdi tað mun á ljósinum at nærum helvtin av sólini varð huld av mánanum. Kanska lukkast at síggja líknandi fyribrigdi eina aðru ferð, tá mánin ella ein av hinum gongustjørnunum ferðast í millum sólina og jørðina.
Hetta prátið førdi við sær prát um rúmdina, mánarakettir og at fólk búgva í eini rúmdarstøð. Og so kom eg í tankar um at eg hevði ein posa av astronautamati liggjandi uppi á kontórinum. Frystiturkaði jarðber. Hetta sluppu í fyrstu syfti næmingarnir í 3. og 4. flokki at royna. Ymiskt var, hvussu teimum dámdi jarðberini - kanska var smakkurin merktur av skepsis, kann matur gjørdur til eina rúmdarstøð smakka væl? Flestu okkara dámdu jarðberini stak væl. Í dag er vanligt at keypa ymiskt, sum er frystiturkað, men upprunaliga var hetta uppfunnið, so maturin hjá rúmdarfólkunum skuldi kunnað halda leingi og viga sum minst.
Av tveimum jarðberum, sum lupu av, sluppu hini í skúlanum at royna eitt petti í part.
So hóast vit ikki sóu nakað til sólina, so fingu smakk av rúmdini, ella í øllum førum rúmdarmati.