Heim & Skúli
skúlaútferð august 2021
Fríðbjørg Hammer |
tann: 31.08.2021 |
ùtferð frá Svartafossi til Skansan
Mangan broytist ætlan.
So varð eisini hjá okkum í gjár, tá vit fóru útferð við skúlanum. Meiningin var, at vit skuldu ganga frá Kirkjubø til Havnar, men har var greytatjúkt og vátt, so vit valdu at ganga frá Svartafossi oman í Hoydalar og út á Boðanes. Har ótu vit matpakkan í dýrdarveðri.
Frá Boðanesi gingu vit út á Skansan, við einum lítlum steðgi við fiskastykkið, sum er í sama stað sum Buckwald, sum kanska er mest kent av okkum eitt sindur eldri.
Alt í alt ein sera góður dagur, vit gingu yvir 6,5 km í sólskini, meðan mjørkin fjaldi Kirkjubøreyn.