Heim & Skúli
Síðsti skúladagur 2021
Fríðbjørg Hammer |
tann: 20.06.2021 |
Síðsti skúladagur 2020-21
Í dag, fríggjadagin 18. juni var síðsti skúladagur hjá seks av okkara næmingum.
Dagurin byrjaði við at yngru næmingarnir gjørdu klárt til hugnaløtuna saman við lærarunum.
Klokkan 10 var boðið til morgunkaffi saman við teimum næmingunum, sum høvdu síðsta skúladag, saman við teirra foreldrum ella ommu og abba.
1.-3. flokkur spældi blokkfloytu og sang fyri teimum.
Tað er við sorgblídni, at vit siga teimum seks farvæl, men soleiðis skal tað vera.
Tá eitt tíðarskeið endar, so byrjar eitt nýtt og spennandi. Í nýggja skúlanum møta tey nýggjum vinum, lærarum og eisini lærugreinum.
Vit ynskja teimum alt tað besta.
Eftir er at ynskja tykkum øllum eina góða summarferiu.
Skúlin byrjar aftur mikudagin 18. august.