Heim & Skúli
Seturskúli úti í Nólsoy
Fríðbjørg Hammer |
tann: 17.06.2022 |
Seturskúi úti í Nólsoy
At vera á seturskúla ger skúlan til nakað heilt annað eina løtu. Alt er ikki so bundið at klokkuni, tað eru onnur ting, sum fáa týdning. Her er samveran í hásæti.
Vit vitjaðu Nólsoyar skúla og høvdu morgunsang saman við næmingunum har. Eisini sluppu vit at eta matpakka saman við teimum, áðrenn vit gingu túr. Skúlin hevur eina skjaldbøku: Perla. Hon var spennandi og onkur slapp at geva henni at eta.
Tað vóru løtur, har allir næmingarnir vóru upptiknir av spæli. Heimagjørd spøl, borðspøl, spæl í soviposum og madrassum.
Vit hava gingið langar túrar, lært nýggj orð og týdningar.
Spyrjið bara hvat eitt prinsessuting er? Ella hvat ein toft er?
Onkur hevur gingið longri enn vanligt, onkur hevur yvirvunnið seg sjálvan við at klára at sova burtur heiman, onkur hevur stúrt, men allar stúranir vóru til fánýtis. Vit hava sæð samanhald, hjálpsemi og gávumildni. Onkur hevur svomið á sjónum, onnur hava fangað krabbar, hoppa í trampolin ella sparka.
Nógvur larmur, nógv flennandi børn, hugni og felagsskapur. Kenslan av at vit hoyra saman - vit eru ein flokkur - ella skúli, har pláss er fyri øllum
Tað er tí vit fara á seturskúla. Hóast lærarin kundi verið betri løntur og madrassurnar vit hava sovið á kundu verið betri, so hevur maturin og selskapið - og tað hevur stórsta týdning- verið í topp
Á seturskúla læra vit alt tað, vit ikki kunnu lesa okkum til í eini bók.
Á seturskúlanum vóru allir næmingarnir við - einastu tveir dagar øll hava verið í skúla síðan korona rakti í desembur. Tað var so deiligt.
Eg vænti, at tit øll fingu glað og kanska eitt sindur móð børn heim aftur av Nólsoynni.
Spennandi verður at fara á seturskúla komandi ár.