Heim & Skúli
Seturskúli í Kvívík
Magnus í Króki |
tann: 15.06.2023 |
Hósdagin 8. juni fóru vit øll til Kvívíkar á seturskúla. Vit búðu í skótahúsinum, har dreingirnir allir svóvu í stóra kamarinum, meðan genturnar deildu tey bæði smærru. Vit spældu niðri í fjøruni, sóu víkingaleivdirnar, vitjaðu skúlan, gingu allan vegin yvir til Leynasands, har tey flestu hoppaðu í og sjálvandi hugnaðu okkum við nógvum góðum til matna og drekka. Seturskúlin endaði á døgurða fríggjdagin, og tá vóru øll sera troytt men glað eftir tveir góðir dagar saman. Komandi ár verður seturskúlin eitt nýtt stað, men tað verður ikki kunngjørt enn.