Heim & Skúli
Rudolf vitjar
Fríðbjørg Hammer |
tann: 31.08.2021 |
Í dag fingu vit forkunnuga og gleðiliga vitjan
Tá næmingarnir møttu í morgun, vóru nøkur, sum beinanvegin løgdu merki til at vit høvdu fingið serstaka vitjan: Rudolf var komin til Kaldbaks at vitja í skúlanum.
Beinanvegin varð gittarin tikin fram og vit høvdu eina góða sangløtu inni í Stórustovu. Væl varð sungið og dansað.
Og av tí at hann eisini hevði tikið sólina við vóru vit úti og hugnaðu okkum í góða veðrinum. Men hann hevði meiri við enn seg sjálvan og gittarin: Grønar keks og saft, sum vit ótu úti.
Matpakkin varð eisini etin úti í dag.
Ein deiligur dagur, sum nærum allur fór uttandura við spæli og hugna.