Heim & Skúli
Rennidagurin 2020
Fríðbjørg Hammer |
tann: 05.10.2020 |
Rennidagurin 2020
Í dag var ársins rennidagur hildin í Kaldbaks skúla.
Bert 18 næmingar vóru í skúla í dag, men hesi runnu meiri enn frá Kaldbak til Klaksvíkar og heim aftur tilsaman: 132 km
Í miðal rann hvør teirra 7,7 km - og tað má sigast at vera sera gott.
Helena Sunnivá og Johan runnu longst: 13 km hvør. Sera flott avrik.
Tá tey høvdu runnið, hevði Malan franskbreyð við sjokulátu ella Nøtte og eitt sunkist klárt til røsku næmingar okkara - tað kom væl við.
Ein deiligur rennidagur, røsk og glað børn.
Vanligt er at hesin dagur verður hildin saman við Nólsoyar- og Velbastaðar skúla, men sum so mangt annað, var hetta ávirkað av korona.
Spennandi verður at finna útav, hvussu nógv hinir skúlarnir hava runnið í dag. Vit runnu saman, men kortini hvør sær.