Heim & Skúli
Ræstkjøtaveitslan 2022
Fríðbjørg Hammer |
tann: 15.03.2022 |
Ræstkjøtaveitslan 2022
Aftur í ár høvdu vit ræstkjøtaveitslu í skúlanum. Ræstkjøtaveitslan er endin á evnisvikuni um heystið, tá vit vanliga fletta eitt lamb, gera livragrýtu og ikki minst blóðpannukøkur.
Hetta kvøldið var, sum vanligt, sera hugnaligur - hóast fleiri tíverri máttu melda avboð vegna sjúku.
Næmingarnir høvdu gjørt rullipylsu í heyst, spennandi var at smakka - fleiri vóru vit, sum vóru samd um at hon var sera góð - serliga saman við Suðuroyardrýlinum hjá Maluni.
Súpanin, sum var gjørd av soði frá bæði rullupylsunum og kjøtunum var serstakliga gott og kjøtið ræsað akkurát til pass.
Vit gleða okkum til flettingina aftur komandi heyst.