Heim & Skúli
Lýsing eftir lærara og stuðli
Fríðbjørg Hammer |
tann: 16.05.2022 |
Leys størv í Kaldbaks skúla
Hesi størv verða lýst leys at søkja:
- 1 tíðaravmarkað lærarastarv í lønarbroti á uml 0,3 til innskúlingina umframt avlopstímar (Tímatalið verður endaliga ásett 1. Septembur)
- 1 tíðaravmarkað starv sum stuðul við lønarbroti á uml 0,23
Um skúlan:
Kaldbaks skúli er ein lítil perla í stórari menning í sera vakrari náttúru. Tað er stutt frá haga og fjøru. Í skúlanum ganga 23 glaðir og læringshugaðir næmingar. Vit hava dugnalig starvsfólk og stuðlandi foreldur. Komandi skúlaár verða vit 23 næmingar frá 1.-6. flokk og 5 starvsfólk í Kaldbaks skúla.
Komandi skúlaár verður forskúlatilboð sett á stovn í Kaldbaks skúla og 6 næmingar eru innskrivaðir. Lærarin verður partur í hesum toymi. Forskúlatilboðið letur upp hvønn morgun kl 7.30.
Umframt hetta samstarvar skúlin við Velbastaðar skúla og Nólsoyar skúla. Samstarvið er bæði millum lærararnar, men eisini á ávísum økjum millum næmingarnar – eitt nú við føroyskum dansi, renni- og ítróttardegi.
Søkt verður eftir lærara, ið kann undirvísa í vanligu lærugreinunum í barnaskúlanum. Tað kann verða ein fyrimunur at kunna undirvísa í teimum musiskt-kreativu lærugreinunum, men hetta er eingin treyt.
Søkt verður eftir stuðli, sum í samstarvi við lærarar skúlans megnar at eggja og stuðla uppundir dagliga virksemi hjá næmingi í miðdeild skúlans.
Hvør ert tú?
Tú hevur hug at arbeiða í einum lítlum, men mennandi læriumhvørvi.Tú dugir væl at samstarva og dugir at skapa trivnað. Tú hevur hug at vera við til at menna skúlan og brúka nærumhvørvið í undirvísingini. Eisini ert tú positiv/ur av lyndi.
Til lærarastarvið verður væntað: Tú hevur læraraprógv og førleika at undirvísa í lærugreinunum til grundskúlan.
Lærarastarvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Til stuðulsstarvið verður væntað: Tú hevur royndir innan skúlaøkið.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 1. juni 2022 kl 12.00
Umsóknin verður stílað til:
Fríðbjørg Hammer, fyrstalærara á fridbjorgh@torshavn.fo viðmerk ´starv`.
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Fríðbjørg á tlf 283213