Heim & Skúli
Jólamaðurin vitjar
Fríðbjørg Hammer |
tann: 01.12.2021 |
Av og á kemur jólamaðurin tíðliga á gátt.
Vit høvdu gjørt klárt til at baka vaflur í skúlanum í dag.
Men dagurin byrjaði heilt ørðvísi, enn vit høvdu væntað. Ein næmingur møtti, so vit avgjørdu skjótt, at vit fóru at baka vaflur kortini. Vit høvdu eina hugnaliga løtu við kaffi, te og vaflubaking.
Hetta hevur nokk anga nakað væl, tí áðrenn vit vistu av, stóð sjálvur jólamaðurin í hurðini. Hann og reinsdjórini fingu eina vaflu í part, hann rósti næmingunum fyri sera vakurt pyntaðan skúla. Eisini harmaðist hann um, at eingin pakki varð latin upp ella søga lisin í morgun í skúlanum. (Hann segði, at hann plagdi at krógva seg og lurta og gleðast saman við næmingunum)
Meðan vit soleiðis sita og hugna okkum og hugsaðu um øll tey, sum ongar vaflur fingu, segði jólamaðurin, at tað skuldi ikki standa á - hann skuldi bera vaflur út til allar teir næmingar í Kaldbaks skúla, sum ikki sluppu í skúla í morgun.
Og so varð gjørt.
Vit sníktu okkum at taka nakrar myndir.
Vit takka Stellu fyri at baka og Jólamanninum fyri at bera út.