Heim & Skúli
Jólaklipp
Fríðbjørg Hammer |
tann: 01.12.2021 |
Jólaklipp og pynting í skúlanum
Týsdagurin, 30. november, var ein heldur øđrvísi men vakurt kavaklæddur og sera produktivur skúladagur í Kaldbaks skúla, har vanliga tímatalvan varđ løgd til síđis fyri at geva pláss til jólareikan, nú vit trína inn í desember, og tađ stundar til jóla. Kalendarargávur og jólasøgur vórđu innsavnađar, og annars fór tíđin til jólaklipp, tónleik og hugna, og vit hugnađu okkum eisini óført. Teir elstu næmingarnir stóđu fyri at pynta jólatræiđ og finna fram jólaketur og -ljós, međan 1.-4. fl. pyntađu sínar stovur viđ persónligum jólaprýđi. Eisini gjørdu børnini vakrar kavaflykrur, sum í øllum sínum ymiskleika og yndi hanga á gamla grótvegginum í auluni. Tađ riggar óføra væl. So væl, at vit heilt gloymdu at taka myndir av børnunum, međan tey hugagóđ arbeiddu. Ístađin fáa tit eitt úrval av lidna verkinum, sum læt skúlan í vakran jólabúna og vakti jólaandan í okkum øllum. Viđ hesum myndum vilja vit ynskja jólunum vælkomnum!