Heim & Skúli
Hugnadagur
Fríðbjørg Hammer |
tann: 19.05.2022 |
Hugnadagur í skúlanum
Aftaná ein tungan koronavetur, har bæði næmingar og starvsfólk hava skift um at liggja sjúk og eitt vár, har vit nærum ikki hava verið fullmannað nakran dag, hildu vit, at neyðugt var at skipa fyri onkrum hugnaligum, sum eisini samansjóðaði næmingarnar.
Hetta skuldi vera ein dagur, har næmingurin var í miðdeplinum og okkurt gott var til bæði kropp og sál.
Heitt varð á næmingarnir í 5.-7. flokk um at skipa fyri onkrum - og tað gjørdu tey bæði gleðiliga og væl.
Tey settu seg í bólkar - og funnu upp á spøl og okkurt gott at eta.
Malan fekk boð um at keypa inn - upp í ein fullan bil.
Foreldrini fingu at vita, at ikki var neyðugt, at smyrja matpakka til í dag - tað er ikki so galið við hvørt.
Í morgun møttu vit spent í skúla. Tey yngru vistu ikki so øgiliga nógv, annað enn at í gjár varð spurt, um tey toldu pylsur og líknandi.
Beint eftir morgunmatin tóku elstu næmingarnir yvir. Vit lærdu at syngja ´Bro, bro, brille´ á góðum, ordiligum gøtudonskum, áðrenn vit øll skuldu út og dagurin byrjaði.
Fyrst á skrá var fótbóltsdystur - 15 min hvønn vegin, og hóast tað fór at oysa niður, var 1. hálvleikur spældur til enda. So fóru tey øll inn eina lítla løtu, og so, tá tað sleyt í, fóru øll út aftur. Annar hálvleikur varð spældur og so spældu vit Bro, bro brille - Mango móti Vatnmelón. Flest valdu vatnmelón og við togtogannini at enda vann stóra vatnmelónligið eisini.
Meðan Malan og Gunnbjørg gjørdu grillir, búffar og annað klárt, spældu næmingarnir stein, saks og pappír - tað var stuttligt.
Og so var klárt at eta - Grillaðir búffar a la pylsuvognin á Vaglinum (Bæði Malan og Fríðbjørg byrjaðu sína starvsleið har, so ikki kann sigast annað enn, at vit høvdu servandar búffkokkar hjá okkum í dag).
Tá búkarnir vóru fullir, vóru fleiri spøl á skrá:Hávaspæl, Bullvarp og fanga flagg (ella vestaspæl).
Hóast dagurin byrjaði við regni og kulda, so fingu vit ein sera góðan dag, við nógvari sól, flennandi, glaðum og mettum næmingum - og starvsfólkum.
Av og á, skal tað sum tykist vera alneyðugt leggjast til viks og tað, sum veruliga hevur týdning takast fram.
Glað børn trívast og læra væl - í dag lærdu vit at vera saman, spæla saman og ikki minst hugna okkum saman.
Takk 5.-7. flokkur fyri ein sera góðan dag.