Heim & Skúli
Fríðkanardagar 2023
Magnus í Króki |
tann: 14.05.2023 |
Í síðstu viku hava vit fríðkað í skúlanum og runt um hann. Tey ymsu spølini, ið vit hava í skúlagarðinum er málaði av nýggjum, og tað nýttu næmingarnir beinanvegin. Eisini høvdu vit ársins ruddingardag fríggjadagin, har vit fyrst ruddaðu í Kaldbaksbotni og síðani økið kring skúlan. Dagurin endaði við vaflum og kakao.