Heim & Skúli
Fiskikappingin við Westward Ho 2021
Fríðbjørg Hammer |
tann: 16.09.2021 |
Fiskikappingin við Westward Ho 2021
Aftur í ár vóru vit so heppin at sleppa við til fiskikappingana sum Tórshavnar kommuna skipar fyri millum allar 6. flokkarnar í kommununi.
Onkur fyrimunur er tó við at ganga í lítlum skúla - hjá okkum hevur í fleiri ár verið vanligt, at 7. flokkur sleppur við 6. flokki at fiska.
Vit vóru úti við sluppini saman við Velbastaðar skúla - tíverri gjørdu broytingarnar tað so at Nólsoyar skúli ikki kundi luttaka í ár.
Hóast vit ikki vunnu kappingina, so var dagurin og fongurin bara heilt góður. Allar damurnar vóru væl nøgdar við dagin, hóast onkur kanska fekk eitt sindur av sjóverki.
Vit, Kaldbak og Velbastaður, fiskaðu 23 fiskar tilsamans.
Vinnarin var 6. a í Santa Frans skúla, tey fiskaðu 41 fiskar. Tann, sum fiskaði størsta fiskin í kappingini, var Sigbjartur í 6.b. í skúlanum á Fløtum. Vit ynskja teimum til lukku.