Heim & Skúli
Fastalávint 2023
Magnus í Króki |
tann: 26.02.2023 |
Mikudagin 22. februar hildu vit fastalávint í skúlanum. Vegna veður blivu vit noydd til at flyta tað frá mánadegnum til mikudagin, men hetta ávirkaði ikki, hvussu stuttligt næmingarnir høvdu tað henda dagin. Vit dansaðu, kvøddu, slóu tunnu og ótu nógv lekkurt. Johan bleiv kattakongur og vann mest kreativa grýla, Sólja vann vakrastu grýlu, Elsa óhugnaligstu grýlu og Summar fyri stuttligastu grýlu. Takk fyri ein góðan dag saman.