Heim & Skúli
Escape-room í 1.-4. flokki í rokning
Fríðbjørg Hammer |
tann: 03.05.2022 |
Escape-room í rokning í 1.-4. flokki
Hetta var bæði stuttligt og spennandi og ikki minst læruríkt.
Birna, støddfrøðivegleiðarin var og vitjaði. Tá hon kemur hevur hon altíð okkurt spennandi við.
Hesa ferð var tað Escape-room.
Onkur kendi tað væl og hevði gjørt onkrar uppgávur á sínum føðingardegi. Í øllum førum var tað spennandi og øðrvísi máti at arbeiða við rokning uppá - og so var tað slett ikki bara at rokna við tølum - altso pluss og minus - nei, tey skuldu avgjørt brúka høvdið og duga at rokna ymiskt út...
Soleiðis er Escape-room:
Næmingarnir verða "læstir" inni í floksstovuni. So verður "lykilin" til stovuna læstur inni í einari krukku - hjá okkum í krukku nr 5.
Í krukkunum frá nr 1 - 4 vóru uppgávur, sum skuldu loysast. Hvør bólkur fekk fyrst eina uppgávu, sum skuldi loysast. Tá hon var loyst fingu tey eina kotu, sum kundi læsa krukku nr 1 upp, og í har var svar til at læsa krukku nr 2 upp og so framvegis, til tey at enda fingu lykilin og tey kundu "læsa" seg úr stovuni aftur.
Uppgávurnar løgdu upp til at næmingarnir skuldu samstarva og harvið loysa uppgávurnar skjótari.
Tann bólkurin, sum fyrst slapp úr síni floksstovu vann :)
Og um onkur ikki slapp til lykilin, ja, so máttu tey vera verandi í stovuni í allar ævir :)
Lukkutíð, vóru øll so dugnalig, at tey loystu allar uppgávur bæði væl og skjótt.
Hetta fara vit so avgjørt at royna aftur :)