Heim & Skúli
Endiliga verður vøllurin umvældur
Fríðbjørg Hammer |
tann: 30.03.2022 |
Hegnið verður tikið niður í dag
Hetta hava vit bíðað leingi eftir. Vit í skúlanum hava gjørt vart við, at vøllurin og skúlagarðurin annars stendur í forfalli.
Hegnið um vøllin hevur verið beinleiðis vandamikið, garðurin er slitin, ymsa staðni rotin og naglar stinga út.
Skúlaleiðslan hevur gjørt vart við hetta á fleiri ymsum støðum í kommununi og í skúlastýrinum. Vit hava sent myndir og greitt frá.
Í heyst fingu vit eitt næmingaráð og á fyrsta fundi var avgjørt at senda skriv til kommununa um standin á vøllinum. Næmingaráðið sendi skriv og myndadokumentatión bæði til fyrisitingina á Vaglinum, men eisini til sjálvan borgarstjóran.
Vit gleðast um at hol er sett á umvælingararbeiðið og vónandi gongur skjótt og væl.