Savn
Skúlaútferðin 2020
Fríðbjørg Hammer |
tann: 18.03.2020 |
Útferðin í ár var ein gongutúrur eftir gomlu bygdagøtuni frá Hundsarabotni til Leynar.
Avbera góður túrur. Veðrið var av tí besta og næmingarnir vóru raskir at ganga og lagið var í topp. Komin til Leynar, vóru fleiri, sum gjørdu skjótt av og fóru at vassa - og onkur nokk so langt út, serliga í ósanum. Tíðin fleyg av stað, og fleiri næmingar søgdu, at hetta var ein mega góður skúladagur.