Savn
Læraralesandi í starvsvenjing
Fríðbjørg Hammer |
tann: 10.02.2021 |
Læraralesandi í starvsvenjing
Næstu tríggjar vikurnar verður Eyð Thomassen Jacobsen í starvsvenjing í Kaldbaks skúla.
Starvsvenjingin hjá Eyð fer at hava handarbeið sum reyðan tráð. Hon ger eitt tvørfakligt arbeiði í støddfrøði og handarbeiði í 3.-4. flokki. Hetta er sera spennandi. Næmingarnir arbeiða við skapum og hetta verður tilevnað til okkurt spennandi - hetta er ikki liðugt enn. Fleiri myndir koma seinni.
At næmingarnir hildu hetta vera áhugavert var týðiligt, tey arbeiddu sera væl og hugagóð. Onkur løta hevur hugsavningin hjá næmingunum verið so góð, at tað varð púra kvirt inni í flokshølinum. 3. - 4. flokkur hava seymað við hond. Væl gekk, bæði at tráða og at seyma. Myndirnar tala fyri seg.
Eyð fer eisini at hava handaverk og list við 4.-6. flokki saman við Maluni mikudagar. Tey hava gjørt eplaprent á stof. Enn er ikki komið heilt á mál. Spennandi verður at síggja, hvat spyrst burturúr teimum tímunum.