Savn
kavadagur nov 2020
Fríðbjørg Hammer |
tann: 20.11.2020 |
Kavadagur í nov.
Tað var sum gandað, tá vit øll vaknaðu í morgun. Heimurin varð vorðin hvítur. Flestu næmingar møttu eisini væl ílætnir og onkur hevði sletu við. Vit lærarar gjørdu skjótt av - vit fóru út at skreiða beinanvegin - mann veit jú aldrin hvussu leingi kavin liggur.
Fleiri runnu beint niðan í brekkuna at skreiða, onnur fóru í kavakríggj á vøllinum og aftur onnur gjørdu einglar og bygdu kavamenn.
At brúka hesa gávu vit fingu í morgun var gott, stuttligt og hugnaligt, men eisini kalt.
Tá vit fóru inn aftur, glað við reyðum kjálkum, hevði Malan gjørt klárt til pannukøkur. Nakrir av teimum stóru næmingunum fóru beinanvegin í holt við at baka - og væl smakkað.
Myndirnar tala fyri seg: