Savn
Rullupylsur, livur og blóðpannukøkur
Fríðbjørg Hammer |
tann: 03.11.2020 |
Rullupylsur, livur og blóðpannukøkur
Endiliga kom dagurin, har vit sluppu at gera rullupylsur, blóðpannukøkur og heimsins besta livrarætt.
Næmingar í 3. - 7. flokk hava í dag gjørt ymiskt burturúr, sum vit ikki náddu vikuna áðrenn heystfrítíðina.
Rullupylsurnar eru gjørdar klárar til ræstkjøtaveitsluna seinni í vetur. Tríggjar pylsur bleiv tað til: Eina úr fótamørinum á lambinum, vit flettu; eina úr hálvturru síðunum á sama lambi og eina úr eini feskari íslendskari síðu. Hetta er eitt sindur spennandi - vit eru á óroyndum øki, men hava stóra vón um at røstu ella hálvrøstu pylsurnar fara at smakka væl. Pylsan úr fótamørinum var fylt við turrum kjøtbitum frá tí eini turru síðuni. Allar pylsurnar vóru m. a. krúddaðar við heimaturkaðari bótarurt og timian.
Blóðpannukøkurnar vóru fleiri, sum gleddu seg til. Uppskriftin var úr Mariussa bók og tær blivu góðar - kanska eitt sindur turrar, helt eg, tí hvørki tálg ella rosinur sluppu framat bollanum - tað varð stemma út og børnini vóru væl nøgd.
Tann stóra finalan var livrarætturin hjá Maluni - vit eru fleiri, sum hava glett okkum í eitt heilt ár til aftur at sleppa at smakka hesa leskiligu livur.
Livur vent í mjøli, stokt á pannu og latið í eitt fat saman við gularót og purru og góðum soði og epli afturvið - hetta er góður matur.
Børnini vóru røsk at skera niður, steikja, seyma , venda pannukøkum og fleiri eisini at rudda upp eftir okkum aftaná eisini.
Læring, hugnalig samvera og fullir búkar, so ber illa til at fáa tað betri :)
Fleiri myndir eru at síggja við at trýsta á strikurnar í grøna breddanum ovast, finna myndasavn og síðani klikkja inn á Livur og blóðpylsa 2020