Savn
Skúlafletting 2020
Fríðbjørg Hammer |
tann: 19.10.2020 |
Skúlaflettingin 2020
Aftur í ár fingu vit møguleikan at fletta saman við næmingunum. Í ár varð flett inni í gongini í skúlanum - tað riggaði bara væl.
Hans Petur fletti eitt veðurlamb saman við okkum. Væl dugdi hann at greiða frá og at lata næmingarnar royna seg. Í næstu viku er ætlanin at gera rullipylsu, blóðpylsu og livurpannu. Hetta gleða vit okkum til.
Krovið er hongt upp í einum av bestu hjallunum í Havn (eitt sindur av reypi má til).
Nú er bara at bíða til veturin og hjallurin hava gjørt sítt, og kjøtið er vorðið ræst, so finna vit eitt gott kvøld til at eta lambið saman einaferð í komandi ári - næmingar, foreldur og starvsfólk.
Vit takka fyri hjálpina við flettingini og gleða okkum til at smakka úrslitið.
Fleiri myndir kunnu síggjast í myndasavninum - trýst á tær tríggjar strikurnar í ovasta grøna bredda. (arbeitt verður við at fáa myndirnar lagdar inn her eisini)