Próvtøkur og royndir
Í vanligu undirvísingini verða royndir tiknar av næmingunum av og á. Hetta verður gjørt sum liður í dagligu undirvísingini t.d. í støddfrøði og í føroyskum.
Tilfarið í støddfrøði leggur upp til at lærarin tekur smáar ávegisroyndir, tá eitt evni er enda. Hetta verður gjørt fyri at tryggja at næmingurin hevur lært tað hann skal, men eisini fyri at lærarin skal vita um neyðugt er at taka afturíaftur okkurt evni. Tvær ferðir um árið verða størri støðuroyndir tiknar í 1.-5. flokki. Endamálið er tað sama.
Í føroyskum leggur tilfarið eisini upp til smáar ávegis royndir, serliga í 1.-2. flokki. Hetta er fyri at tryggja at næmingurin hevur lært teir bókstavir og ljóð, sum lærarin hevur verið ígjøgnum,
Lesivegleiðarin tekur lesiroyndir við 1.-5. flokki tvær ferðir árliga.
Landsroyndir:
Landsroyndir verða vanliga hildnar í apríl/mai mánaða á hvørjum ári í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni. Hetta verður gjørt í 4. og 6. flokki.