Búmerkið hjá felagnum
Heim / Um skúlan /
Virðirgrundarlag

Virðirgrundarlag.

Mál og mið

Læring

  • Við støði í næminginum leggja vit dent á læring sum eina skapandi og mennandi gongd.

Trivnaður

  • Í ymiskleikanum hava vit okkara styrki, har vit geva pláss til hvønn einstakan.
  • Vit styrkja felagsskapin við at vera ein inkluderandi eind, bæði í fakligum og sosialum høpi.

Náttúra

  • Vit vilja, at nærumhvørvið verður ein natúrligur partur av undirvísingi. Vit vilja, at skúlin brúkar haga, fjøru, sjógv og virki í tann mun hetta ber til.

Tøkni

  • Tøkni skal vera ein natúrligur partur av undirvísingi

Missión

Ábyrgd og álit

  • Í Kaldbaks skúla vilja vit hava eitt umhvørvi, sum byggir á ábyrgd og álit.
  • Vit taka ábyrgd av hvørjum øðrum

Visjón

Eitt umhvørvi, sum byggir á álit, ið er ein fyritreyt fyri trivnaði.

Har vit verða eggjað til at vera ágrýtin og arbeiðssom,

og har vit gerast medvitað um, at eisini vit hava ávirkan á egna læring og trivnað.