Sorgarætlan.
Inngangur
Okkum, sum dagliga hava við børn at gera, er greitt, at børnini knýta seg tætt at teimum vaksnu, sum eru um tey í gerandisdegnum. Vit fáa at vita um tær stóru hendingarnar, sum hava verið næmingunum fyri, og vit fáa høvi at taka lut í gleði og sorg næminganna.
Tað er lætt, tá ið tað snýr seg um gleðiligar tilburðir í lívi næminganna, men torførari, tá ið tað snýr seg um sorg og syrgiligar tilburðir.
Týdningarmikið er at seta orð á kenslur og fyribrigdi. Um hetta ikki verður gjørt, er vandi fyri, at hetta kann gerast ein forðing fyri menning og læring.
Henda umsorganarætlan skal vera amboð okkara at nýta í teimum førum, har vit hava onkran, sum verður raktur av sorg. Hon skal somuleiðis gera okkum lærarar og starvsfólk í skúlanum tilvitað um tann leiklut, sum vit hava í arbeiði okkara, tá ið tað snýr seg um at hjálpa teimum næmingum, ið vit hava ábyrgdina av.
Endamálið er sostatt, í greiðum orðum at siga, hvussu vit gera, tá ið sjúka, vanlukka ella deyði rakar okkum í skúlanum, ella ein av okkara nærmastu. Vónandi kann umsorganarætlanin lætta um ta truplu støðu, vit eru í, tá ið sorgin rakar.
Uppgávan hjá leiðsluni
Hava eina (sorgar)bók, har hendingar verða skrivaðar í, dagfestingar o.s.fr.
Taka sær av samskifti við fjølmiðlarnar.
Senda blómur/krans.
Søkja um kreppuhjálp (um neyðugt).
Felags missur
Hevur næmingur verið leingi burtur vegna sjúku ella annað
Flokslærarin/toymið tosa saman og tosa við foreldrini fyri at kunna seg um støðuna. Avtala kann verða gjørd við foreldur um kunning inni í flokkinum.
Flokslærarin kunnar flokkin og starvsfelagar.
Flokslærarin ella annar lærari, ið er knýttur at næminginum, skipar fyri tiltøkum – t.d. vitjan á sjúkrahúsi ella heima, senda brøv/tekningar/føðingardagsgávu o.l.
Flokslærarin syrgir fyri, at næmingurin verður kunnaður um tað, ið fyriferst í skúlanum, so hann alla tíðina kennir seg sum part av flokkinum.
Við hóskandi millumbili kunnar flokslærarin toymið og hinar lærararnar um støðuna.
Flokkurin ger tiltøk, tá ið næmingurin kemur aftur t.d. hugnatíma.
Tá ið næmingur doyr
Hevur næmingur verið leingi sjúkur
Flokslærarin boðar leiðsluni frá og leiðslan kunnar allar lærararnar um støðuna.
Flokslærarin/toymið kunna flokkin.
Morgunin eftir ella so skjótt til ber kunnar leiðslan allar næmingarnar um hendingina.
Saman við kunningini verður møguliga ein andakt - faðir vár, tendra ljós, blómur, tøgn í 1 minutt o.a.
Doyr næmingur brádliga
a.
Tá ið deyðsboð eru, verða flokslærari og leiðsla kunnað.
Leiðslan ella flokslærarin seta seg í samband heimið.
Leiðslan boðar til fundar, so skjótt boðini koma.
Allir flokslærararnir kunna flokkarnar.
Skúlin samlast til andakt sama dag ella dagin eftir.
Umráðandi er, at næmingarnir í flokkinum fáa høvi at tosa um hendingina; tí er neyðugt, at meira enn ein lærari er hjástaddur tann dagin. Geva rúm fyri at næmingar kunnu práta, spyrja og vísa kenslur, tímatalvan verður møguliga niðurløgd.
Áðrenn næmingarnir fara heim, kann vera neyðugt at tryggja sær, at onkur er heima og tekur ímóti.
Skúlin sendir krans ella blómur.
Skúlin verður við til jarðarferðina saman við foreldrum sínum.
Skúlin verður stongdur undir jarðarferðini.
Okkurt serligt verður gjørt við plássið hjá næminginum nakrar dagar ella restina av skúlaárinum t.d. mynd, blomstur, ljós o.a.
Møguliga skriva minningarorð.
Føðingar- og deyðsdagurin verða merktir.
Vitjan á grøvini.
b.
Fer hendingin fram í umhvørvi skúlans, skal hjástaddi lærarin seta seg í samband við lækna, løgreglu og leiðslu skúlans.
Tá ið lærari doyr
a.
Leiðslan setur seg í samband við familjuna ella øvugt.
Leiðslan boðar til fundar og kunnar allar lærarar og starvsfólk annars.
Flokslærarar/toymið fer inn við sínum flokki og kunnar næmingarnar, áðrenn øll hittast í felagsrúminum til eina minningarløtu
Skipað verður fyri minningarsamkomu. Leiðsla ella annar lærari/prestur hevur eina minningartalu. Sangur, tala, faðir vár, ljós, tøgn 1 min.
Hjálpa familjuni t.d. til jarðarferðina og ervið.
Skúlin er stongdur undir jarðarferðini.
b.
Fer hendingin fram í umhvørvi skúlans, skal hjástaddi lærarin seta seg í samband við lækna, løgreglu og leiðslu skúlans.
Missur hjá tí einstaka
Tá foreldur/systkin hjá næmingi verða rakt av álvarsligari sjúku ella vanlukku
Flokslærarin ella annar lærari (sum foreldrini føla seg knýtt at) kunnar allar
lærararnar um støðuna.
Tað hevur týdning, at hinir næmingarnir í flokkinum fáa at vita, hvat er hent. Flokslærarin tekur sær av hesum.
Eisini eigur flokslærarin at gera hinum næmingunum greitt, at næmingurin, ið hevur sjúk foreldur ella systkin, kann hava skiftandi sinnalag/atburð. Flokslærarin kunnar næmingarnar um sjúkuna.
Tá ið næmingurin missir foreldur ella systkin
Flokslærarin ella leiðslan kunnar allar lærararnar.
Flokslærarin kunnar flokkin um tilburðin.
Toymið/aðrir lærarar bjóða sær at hjálpa t.d. til jarðar- ferðina og ervið.
Skúlin fær frí, meðan jarðarferðin er.
Skúlin sendir blómur ella krans.
Vera um næmingin í tíðini aftaná.
Tá ið lærari missir børn ella maka
Skúlaleiðarin kunnar starvsfólk og næmingar um
tilburðin.
Skúlin sendir blómur ella krans.
Vanlukka
Leiðslan ella flokslærari skal hava boð, um næmingar verða raktir av vanlukku/óhappi, ella hava havt samband við vanlukkutilburð.
Bussvanlukka til/frá skúla
Leiðslan gevur lærarum skúlans boð um at koma í skúlan sum skjótast.
Næmingarnir skulu sum skjótast koyrast aftur í skúlan. Foreldur/verjar fáa boð um at koma í skúlan.
Støða verður tikin til, um prestur, sálarfrøðingur ella onnur skulu tilkallast. Leiðslan tekur avgerðina.
Næmingarnir fara ikki heim einsamallir, men skulu fylgjast við foreldrum ella øðrum vaksnum.