Búmerkið hjá felagnum
Heim / Um skúlan /
Kaldsbaks skúli og sjúka

Kaldsbaks skúli og sjúka.

Skúladagurin

Skúladagurin er skipaður sum vanligt og allir næmingar, lærarar og námsfrøðingar fylgja dagligu tímatalvuni og arbeiðsuppgávunum. 

Í forkorterum og á felagsøkjunum ferðast vit øll, men minnast til reinføri, frástøðu í tann mun  tað ber til og vanligt vit og skil.

Frítíðarskúlin 

Børnini eru í frítíðarskúla sum vanligt. Annars halda vit okkum til tilmælini, ið eru galdandi fyri dagstovnaøkið.  

Handreinføri 

Vit spritta okkum um hendurnar í durinum á veg inn og á veg út úr skúla. Harumfamt vaska vit okkum um hendurnar, tá ið tímarnir byrja og aftur, tá ið tímarnir enda.  

Vasking 

Skúlin verður vaskaður eftir skúlatíð. Vaskitoymið vaskar allan skúlan dagliga eftir leiðreglunum um reinføri á skúlum og stovnum.   

Sjúkueyðkenni 

Sjúk børn eiga ikki at koma í skúla 

Hetta sama er eisini galdandi fyri starvsfólk.

Spurningar og ivamál 

Hava tit spurningar ella ivamál um hesi viðurskifti, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við flokslæraran.
Eisini eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við leiðslu skúlans.