Vikuætlan.
Føst boð
Síðsta vika
Hyggi væl eftir hvørjum degi í vikuætlanini.
Mánadag, týsdag og mikudag eru næmingarnir í skúla frá kl. 8.00-12.00.
Hósdagin møta 0.-5. flokkur kl. 8.00, meðan 6. flokkur við foreldrum, systkjum og øðrum koma kl. 10. Dagurin endar uml. kl. 11 og so er summarferia.
Minnist til at taka allar bøkur við at avlevera í skúlanum og øll klæðir skulu heim. Tað sum hongur eftir verður beint burtur.
-
Túrur til Havnar
Vit fara ein túr til Havnar. Vit byrja dagin í Fimi og fara síðani at hugna okkum í Gundadali. Kl. 12 fara vit at eta í Pizza67 (Bowlinghøllin). Kl. 13 skal 6. flokkur oman í Eysturskúlan at møta komandi flokslærarum, meðan 5. flokkur hevur frí.
Næmingarnir skulu hava 100 kr. við.
-
Flokslæraradagur
-
Flokslæraradagur
-
Síðsti skúladagur
Hósdagin møta 0.-5. flokkur kl. 8.00, meðan 6. flokkur við foreldrum, systkjum og øðrum koma kl. 10. Dagurin endar uml. kl. 11 og so er summarferia.