Búmerkið hjá felagnum
Heim / Flokkar / 2. flokkur / 2 /
Vikuætlan

Vikuætlan.

Føst boð

Jólapyntidagur

Mikudagin 25. novembur fara vit at pynta skúlan. Í hesum sambandi fara vit at bjóða kakao og vaflur. Um onkur ikki tolir hetta, eru tey vælkomin at hava sítt egna við.

Pakkakalendari

Aftur í ár fara vit at hava pakkakalendara. Næmingarnir skulu hava ein pakka við á maks. 30 kr. sum kann gevast til bæði gentu og drong. Pakkin skal avleverast í seinasta lagi fríggjadagin 27. novembur.

Betri Vinir

Bamsa kemur við heim í vikuskiftinum. Hon hevur eina dagbók við, har, tey, ið hava havt hana við heim skriva í, og taka við í skúla mánadagin.  Tað er ikki neyðugt, at skriva ein langan tekst, bara eitt sindur um, hvat tey hava gjørt í vikuskiftinum. Tilber eisini at klistra eina mynd í, men hetta er einki krav. Næmingarnir kunnu eisini gera eina tekning við síðurnar av tekstinum. 

Hetta vikuskiftið, hevur Petur Christian Bamsu við heim. 

Vika 47
Mánadagur
16-11-2026
  • Føroyskt

    Heima:
    Lesa s. 74-80 í Finka lesibókini.
    Teksturin er langur, so foreldur mugu gjarna hjálpa við at lesa.

    Í skúlanum:
    Vit gera s. 58-60 í arbeiðsbókini.

Týsdagur
17-11-2026
  • Føroyskt

    Heima:
    Lesa s. 81 í Finka lesibókini.

    Í skúlanum:
    Vit gera s. 61-62 í arbeiðsbókini.

  • Ítróttur

    Vit hava ítrótt í høllini.
    At minnast til:
    - Innanduraskógvar ella fimleikasokkar
    - Handklæð

  • Rokning

    Heima: Rokna til og við s. 49

Mikudagur
18-11-2026
Hósdagur
19-11-2026
  • Kristni

    Gideon fer í bardaga

  • H/L

    Vit mála skálinar lidnar

Fríggjadagur
20-11-2026