Vikuætlan.
Føst boð
Jólapyntidagur
Mikudagin 25. novembur fara vit at pynta skúlan. Í hesum sambandi fara vit at bjóða kakao og vaflur. Um onkur ikki tolir hetta, eru tey vælkomin at hava sítt egna við.
Pakkakalendari
Aftur í ár fara vit at hava pakkakalendara. Næmingarnir skulu hava ein pakka við á maks. 30 kr. sum kann gevast til bæði gentu og drong. Pakkin skal avleverast í seinasta lagi fríggjadagin 27. novembur.
Betri Vinir
Bamsa kemur við heim í vikuskiftinum. Hon hevur eina dagbók við, har, tey, ið hava havt hana við heim skriva í, og taka við í skúla mánadagin. Tað er ikki neyðugt, at skriva ein langan tekst, bara eitt sindur um, hvat tey hava gjørt í vikuskiftinum. Tilber eisini at klistra eina mynd í, men hetta er einki krav. Næmingarnir kunnu eisini gera eina tekning við síðurnar av tekstinum.
Hetta vikuskiftið, hevur Bjartur Bamsu við heim.
-
Føroyskt
Heima:
Lesa 15 min. í frílesingsbók.
Í skúlanum:
Vit arbeiða við bókstavinum Mm.
-
Føroyskt
Heima:
Lesa 15 min. í frílesingsbók.
og
Lesa s. 36-37 í lesibókini um bókstavin Ff. Næmingarnir syngja sangin saman við einum vaksnum og tosa um tekstin.
Í skúlanum:
Vit arbeiða við bókstavinum Ff. -
Ítróttur
Vit hava ítrótt í høllini.
At minnast til:
- Innanduraskógvar ella fimleikasokkar
- Handklæð
-
Kristni
Gideon fer í bardaga
-
H/L
Vit mála skálinar lidnar