17. nov. 2026
0. flokkur á vitjan hjá Føroya Tele.
Týsdagin 17. novembur var forskúlin hjá okkum á vitjan hjá Føroya Tele. Her var tiltak á skrá, tí Føroya Tele fyllur 120 ár í ár. Næmingarnir hoyrdu eina framløgu og fingu møguleika at síggja gamlar telefonir og annað. At enda fingu tey okkurt gott til góman og ein ballón.