13. nov. 2026
Bókadagar í NLH.
Fríggjadagin 13. novembur var allur skúlin í NLH til bókadagar. 0.-2. flokkur hoyrdi um bókina 'Surr' hjá Dániali Hoydal og 3.-6. flokkur hoyrdi um nýggju bókina hjá Rakel Helmsdal 'Leyp nú, Eva'. Børnini vóru sera spent, og tað er altíð stuttligt at hoyra søgurnar beinleiðis frá rithøvindanum.