Starv í Kaldbaks skúla.
Lærari til Kaldbaks skúla
Starv við byrjan 7. desembur 2026 verður hervið lýst leyst at søkja.
- Starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi til skúlaárið 2026/27. Starvið er sett á fulla tíð. Søkt verður eftir lærara at undirvísa í støddfrøði á øllum árgangum. Fyrimunur kann vera, um umsøkjari kann undirvísa í N/T, smíð ella tónleiki.
Um skúlan:
Kaldbaks skúli er ein lítil perla í stórari menning í sera vakrari náttúru, og tað er stutt frá haga og fjøru. Vit hava dugnaligstarvsfólk og stuðlandi foreldur. Í núverandi skúlaári eru vit 20 næmingar frá 1. til og við 6. flokk, umframt 3 børn, sum eruinnskrivaði í forskúlan. Forskúlin letur upp hvønn morgun kl. 7.30. Haraftrat samstarvar skúlin við Velbastaðar skúla ogNólsoyar skúla. Samstarvið er bæði millum lærararnar, men eisini á ávísum økjum millum næmingarnar – eitt nú viðføroyskum dansi, renni- og ítróttardegi.
Hvør ert tú?
Tú hevur hug at arbeiða í einum lítlum, men mennandi læriumhvørvi. Tú dugir væl at samstarva og dugir at skapa trivnað.Tú hevur hug at vera við til at menna skúlan og brúka nærumhvørvið í undirvísingini. Eisini ert tú positiv/ur av lyndi.
Til starvið verður væntað: Tú hevur læraraprógv og førleika at undirvísa í lærugreinunum til grundskúlan.
Starvið í skúlanum verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærariframmanundan.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagimánadagin 16. novembur 2026 kl. 12.00.
Umsóknin verður stílað til: Magnus í Króki, skúlastjóra á magnus.kroki@skulin.fo viðmerk ´starv`. Nærri kunning umstarvið fæst við at ringja til Magnus á tlf. 519800.