14. sep. 2026
Rennidagur í Nólsoy.
Mánadagin 14. septembur vóru vit, saman við Velbastaðar skúla, og vitjaðu Nólsoyar skúla. Vit høvdu rennidag saman, har runnið var í bygduni og út á bryggjuna. Børnini vóru sera røsk og aftaná fingu tey okkurt gott omaná. Vit gleða okkum longu til næsta felags tiltak saman við teimum báðum.