16. jun. 2026
Talvkapping.
Aftur í ár var talvkapping í skúlanum og eftir fleiri vikur var greitt, at Andrias og Teitur skuldu dystast í finaluni. Andrias hevði heitið sum verandi skúlameistari at verja, men Teitur var svangur og endaði tað við, at hann tók tittulin frá Andriasi. Hjartaliga til lukku við sigrinum verður ynskt Teiti. Hetta merkir so eisini, at vit komandi ár skulu hava nýggjan meistara.
Vinningurin var eitt gávukort til SMS. Eisini var gávukort til nr. 2.