Búmerkið hjá felagnum
12. jun. 2026

Seturskúli.

Hósdagin 11. juni fóru 4.-6. flokkur til Húsavíkar á seturskúla. Sólarris var karmurin hjá okkum og vóru hesi hølini beint niðri við sjóvarmálan. Næmingarnir hugnaðu sær nógv á strondini, áðrenn leiðin gekk til Dals til gongu. Hetta var ein langur túrur, men við sera flottum útsýni. Um kvøldi gjørdu 6. flokkur nátturða og so var hugni fyri rest. Morgunin eftir var morgunmatur, áðrenn fari var at rudda og so heim aftur til Kaldbaks.

Fleiri myndir.