Búmerkið hjá felagnum
03. jun. 2026

Túrdagur hjá 0.-3. flokki.

Mikudagin 3. juni hevði 0.-3. flokkur ein langan túrdag í Havn. Dagurin byrjaði í Fimi, har børnini fingu brent eina rúgvu av orku, áðrenn leiðin gekk í Viðarlundina, har uppgáva var at finna fuglar, og sjálvandi at geva dunnunum ein bita. Eftir hetta fóru vit oman í Havnar Bio, har filmurin 'Dragens vogter' var á skrá. Hetta var ein sera spennandi filmur, ið klárt kann viðmælast. Dagurin endaði í Grasagarði, har børnini kundu fáa sær ein bita, áðrenn fari var aftur til Kaldbaks.

Fleiri myndir.