15. sep. 2025
4.-6. flokkur í Havn.
Hósdagin 11. septembur fóru 4.-6. flokkur til Havnar ein túr at vitja Listasavnið. Hetta var ein sera gevandi løta, har tey vórðu vegleidd gjøgnum savnið av sera dugnaligum starvsfólki. Eftir hetta fóru tey ein túr í Pizza67 og síðani á Býarbókasavnið.